Tannkirurgi er eitt felags heiti fyri allar skurðviðgerðir í munni, kjálkabeini og tannhaldi. Talan er sum oftast ikki um umfatandi skurðviðgerðir sum krevja narkosu, tá hesar verða gjørdar av sertannlæknum innan kirurgi. Tað er í løtuni ongin sertannlækni í kirurgi í Føroyum. Men á PETRI Tannklinikk hava vit drúgvar royndir, fakligan førleika og framkomna útgerð til at taka okkum av teimum flestu kirurgi tannviðgerðunum.
Vit hava eisini eitt tætt samstarv við sertannlæknan, Thomas Starch-Jensen, sum er kliniskur professari á Det Sundhedsvidenskabelige Fakultet, og yvirtannlækni á Kæbekirurgisk Afdeling, á Aalborg Universitetshospital. Thomas Starch-Jensen vitjar nakrar ferðir um árið á PETRI Tannklinikk, har hann saman við okkum avgreiðir tær mest umfatandi skurðviðgerðirnar.
Mest vanligu skurðviðgerðirnar hjá tannlækna eru ofta tøka av vísdómsjakslum, implantat, smærri bløðrum (cyster), torførar tanntøkur, parodontose kirurgi o.l.
Er áhugi at hoyra meira um kirurgi viðgerð, eru tygum vælkomin at ringja á telefon 320 320, ella skriva til okkum á petri@petri.fo