Stuðul

PETRI veitir í høvuðsheitum fíggjarligan stuðul til ymisk vælgerandi endamál og gransking.

PETRI er í føroyskum høpi ein lítil fyritøka og hava vit avmarkaða upphædd at lata á hvørjum árið. Av hesi orsøk er tíanverri ikki vist at allar umsóknir fáa játtandi svar, ella ta upphædd ið søkt verður um.

Vit veita í útgangsstøðinum ikki stuðul til ferðing, herundir námsferðir, ferðir til ymsar kappingar, kost, logi o.l.

Virksemið skal ikki vera av vinnuligum slagi, og eingin privatur skal fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ágóða ella avlop av virkseminum.

Vit vænta okkum eina góða frágreiðing um ætlanina stuðul verður søktur til, og at allir viðkomandi upplýsingar um ætlanina, og persónar aftanfyri ætlanina, verða sendir saman við umsóknini.

Miða verður eftir at allar umsóknir fáa svar innan eina mána eftir váttaða móttøku.

Vit tilskila okkum frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.

Umsóknir skulu sendast til petri@petri.fo

PETRI SP/F © 2020 (v-tal: 582980) - Sjúrðargøta 20 - FO-100 Tórshavn - Telefon 320 320