Fyri at fáa fleiri ung at ganga regluliga til tannlækna, fáa øll undir 23 ár nú ókeypis kanning pr. 1. okt. 2014. Og øll undir 18 ár fáa alla tannrøkt ókeypis pr. 1. jan. 2015.
Seinastu árini eru gjørd stór framstig við tannheilsuni hjá teimum ungu í Føroyum, sum hava fingið ókeypis tannrøkt í barnatannrøktini til 16 ára aldur. Tíanverri hava fleiri av teimum ungu torført við at skifta frá barnatannrøkt til privatu tannrøktina fyri vaksin. Og hevur tað tískil gingið óneyðuga long tíð millum kanningar og tannreins.
Við teimum seinastu broytingunum, sum Tannlæknafelagið hevur mælt til og áhaldandi arbeitt fyri at fáa framt í verki, fáa nú øll ung til 18 ára aldur ókeypis tannrøkt frá barnatannrøktunum kring landið pr. 1. jan 2015. Umframt at øll ung heilt til 23 ára aldur fáa ókeypis kanning frá privatu tannlæknunum pr. 1. okt 2014.
Fleiri børn við frískum tonnum
Endamálið við nýskipanini er at halda fast í teimum ungu, líka frá smábarna aldri til tey sum ung vaksin sjálvi skulu syrgja fyri at ganga regluliga til tannlækna.
í 1991 byrjaðu tannlæknar í Føroyum at skráseta skúlabørn fyri tannsjúkur, og tá høvdu einans 12 % av børnunum frískar tenn. Tvs. tenn uttan hol.
Samstundis byrjaði eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa talið á børnum við frískum tonnum at vaksa, har tannlæknar m.a. byrjaðu at eyggleiða byrjandi hol, og at halda teimum niðri við lakk viðgerð, heldur enn at bora caries burtur beinanvegin. Hetta miðvísa arbeiðið sæst nú týðuliga aftur í hagtølum, har heili 60 % av teimum 12 ára gomlu børnunum høvdu frískar tenn í 2013. Taka vit tey 15 ára gomlu, so høvdu einans 4 % av teimum frískar tenn í 1991, meðan talið nú er komið uppá heili 34 %.
Frískar tenn kunnu halda alt lívið
Tað er ein sannroynd, at um tennirnar eru í góðum standi á ungum árum, so halda tær væl betri tá ein gerst eldri. So skjótt ein fær eitt hol í eina tonn, og hendan tonn síðan verður viðgjørd við t.d. plasti, har caries fyrst verður bora burtur, er tað byrjanin til eitt lívlangt viðlíkahaldsarbeiði, har eitt líti sindur meira verður tikið av náttúrligu tonnini hvørja ferð. Einki heldur í allar ævir, men megnar man at halda sínar náttúrligu tenn frískar, tvs. uttan hol, eru góð útlit fyri at tær halda alla eins livitíð. Tíanverri er hetta ikki so ofta galdandi fyri viðgjørdar tenn.
Vit á PETRI Tannklinikk fegnast stórliga um seinastu broytinganar, og bjóða øllum ungum undir 23 ár vælkomin til eina ókeypis kanning. Verður neyðugt við røntgenmyndum, tá verða oftast tiknar ein á hvørjari síðu, so kosta tær 79 krónur pr. stk.
G.G. Vit skulu gera vart við, at tað einans er sjálv kliniska kanningin sum er ókeypis fyri tey undir 23 ár, og at tannreins, plastfyllingar o.a. viðgerðir ikki eru ókeypis. Vanligt er at man fær reinsa sínar tenn, samstundis sum man er til kanning. Vinarliga geri vart við tykkum, um tennirnar ikki skulu reinsast. Hetta kunnu vit tó ikki viðmæla.
Øll eru vælkomin at ringja á telefon 320 320, ella at senda okkum eini boð gjøgnum Facebook, ella at senda okkum ein teldupost á petri@petri.fo
Dagført 04/11-2014 kl. 13:14