Á klinikkini verður alt frá vanligari tannrøkt til størri inntriv gjørt. Men í tí dagliga verður eisini stórur dentur lagdur á fyribyrgjandi ráðgeving, um hvussu ein kann røkja sínar tenn.
Tað er altíð ein spennandi avbjóðing at hjálpa fólki, sum hava trupuleikar við tonnunum. Ikki bara fyri at sleppa undan tannapínu, men eisini soleiðis at ein verður nøgdur við sína útsjónd og kennir seg væl.
Nøkur dømi uppá viðgerðar møguleikar eru Protesur (handilstenn), Implantat, Brýr, Krúnur, Bleiking, smærri Tannrættingar og aðrar kosmetiskar viðgerðir v.m.
Ring á telefon 320 320, um áhugi er fyri at fáa nakað gjørt við smílið 😀