PETRI Tannklinikk hevur avtalu við Landsfelag Pensjónista, soleiðis at limir í einum av lokalfeløgunum hjá Landsfelag Pensjónista, kunnu fáa avsláttur uppá protesur og útvaldar tannviðgerðir, ið ikki fáa almennan stuðul frá Heilsutrygd, Almannaverkinum o.l.
Treytir fyri pensjónistaavsláttur á 10 %
- Persónligt limakort frá Landsfelag Pensjónista verður víst.
- Gjaldast skal kontant eftir hvørja viðgerð.
- At ongin stuðul verður veittur frá Heilsutrygd, Almannaverkinum o.l.
G.G. minnist til sjálvi at spyrja um avslátturin, og at gera avtalu við tannlæknan um avslátturin áðrenn viðgerðin byrjar. Avslátturin kann ikki avtalast í móttøkuni.
Tað kann henda, at man einans fær viðgerðir ið Heilsutrygd veitur ískoyti til, og tá kann ongin annar avsláttur gevast, sbrt. treytunum frá Heilsutrygd.